140x140

62˚ norður

62 stig norður, 62. breiddarstig, 62. latitude ella 62. parallellin . Øll 4 heitini merkja tað sama, og helst eru eisini fleiri heiti.
Vinkulrætt gongur 7 stig vestur, 7. longdarstig, 7. longitude ella 7. meridianin.

Men hvar gongur so 62. breiddarstig? Flestu vita at 62˚ N og 7˚ V skerast í nánd av Koltri (les meiri her), men visti tú, at 62˚ gongur beint ígjøgnum høvuðsstaðin?

Myndin, sum er frá Google Earth, vísir hvar 62° N og 7° V skerast.


Myndakort við 50 cm upploysn vísir 62° N (© P/F Føroya Dátusavn).


Myndakort við 10 cm upploysn vísir at 62° N fylgir Sandá frá brúnni og oman á sjógv (© P/F Føroya Dátusavn).


Henda eftirgjørda myndin vísir, hvar tú kanst standa, um tú vilt standa á 62° N. Argir er tá sunnanfyri og Havnin norðanfyri 62°.

 


Aftur

Hvar gongur 62°N